- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hiit

Nú hevur klaksvíksmálið eisini funnið veg inn í studio 4, tí Birgir roynir seg sum vert í dag.
Ítróttur við Marionnu og Rannvør, er ein fastur táttur hósdagar. Í dag dyppa tær!
Marianna var sjúk, og tí tók Rannvør ein, ella fleiri, fyri liðið við Marið Erlandsdóttir, sum dyppar nógv.
Ein amerikanari vann í vikuni 1,58 milliardir dollarar. Vit spyrja lurtararnar hvat mann hevði brúkt ein slíkan vinning uppá. Ein lurtari hevði havt ráð til at keypa sær eitt grundstykki í Havn, og aðrir lurtarar høvdu stuðlað KÍ.
Vertir eru Svend Danielsen og Birgir Ferjá Heldarskarð.

Hiit
Hiit er summarið í tínum útvarpi. Ein tími proppaður við góðum stemningi, áhugaverdum evnum, stuttligum innsløgum, spennandi gestum og feel good tónleiki. Hvønn gerandisdag klokkan 16.
Tað er ungdómstoyið hjá Kringvarpinum, Biit, sum ger sendingarar.