- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hiit
Leysatíðindini siga, at Brad Pitt er í Føroyum, og tá meina vit ikki við Svend.
Tað er mánadagur, og tí er okkara famøsa DJ battle á skránni. Hesa ferð er tað Svend'sa Jukebox vs "Eg havi ein nýggjan yndis sang", sum kappast.
Vit eru sunnanfyri, sóla okkum, dansa á "floor" og hava timburmenn.
Svend heldur, at Pitbull er upplagdur, tá ið mann fer á dansigólvið, meðan Rannvør dansar til "London Bridge". Og tá ið tey sóla sær, fara tey eftir hvør sínum.
Kappingin er heit, spennandi og dansandi.
Umframt at hava eina DJ battle, tosa vit eisini um Summar Festivalin og tey kendu fólkini, sum eru í Føroyum í løtuni.
Vertir eru Heri Wang Danielsen, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Svend Danielsen.