- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hiit

Tað er nú, at vit skulu 'bonga' úr bongini fyri seinastu ferð, tí hetta er tann seinasti dagurin á G! í ár!
Í dag sita vit inni, tí eins sum í fjør, so regnar tað illa tann triðja dagin. Tó bilar tað einki, tí vit eru í góðum lag og klár á gera ungdómsútvarp.
Vit hava samrøður, tosa við Marius DC, sum spældi fyrradagin, tosa við festivalgestir, eru úti við einum sendara og so lurta vit eftir G! tónleiki.
Vertir eru Anna Joensen-Næs, Annika Repond og David Thomassen.
Bárður Petersen og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir eru reportarir.

Hiit
Hiit er summarið í tínum útvarpi. Ein tími proppaður við góðum stemningi, áhugaverdum evnum, stuttligum innsløgum, spennandi gestum og feel good tónleiki. Hvønn gerandisdag klokkan 16.
Tað er ungdómstoyið hjá Kringvarpinum, Biit, sum ger sendingarar.