- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gentuvesið
Nógvar tvístøður vóru uppi at venda, tá ið tær tríggjar Bjørga Sivertsen, ávirkari á sosialum miðlum, Jasmin Mote, tónleikari og útvarpsvertur og Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vitjaðu Studio 4.
Millum annað var ein tvístøða um ein mann, sum ikki veit, hvat hann skal gera, nú kona hansara hevur verið ótrúgv. Hann er særdur og veit tí ikki um hann skal raðfesta børnini ella sálarheilsuna. Eisini ivast hann í, um hann kann fyrigeva konuni.
Ein onnur leitar sær eftir háttum at skora upp á, nú hon ikki dugir at síggja, tá ið onnur royna eftir henni og ei heldur sjálv dugir at skora.
Men ein tvístøða, sum fekk eitt annað svar enn hvat vanliga plagar at verða svarað, var tvístøðan um sexleikur. Ein verdóttir hómar, at vermamma hennara hevur funnið sexleikur í stovuni. Tískil veit hon ikki, um hon burdi sagt okkurt.
Lurta og fá vísa vegleiðing.