Gentuvesið

Kenslur á Gentuvesinum
01-03-2023
P78
Hvat ger man, tá ið sjeikurin ikki vil tosa um sínar kenslur? Hvussu er man ein góð vinkona, tá ið pápin at vinkonuni er sjúkur? Og kann man tvinga onnur at tosa um sorg?

Tað besta við Gentuvesinum er, at har finnast fólk, sum bæði tíma og duga at hjálpa - og í dag var einki undantak.

Hendan partin kann ein kalla “Gentuvesið x Berin”, av tí, at hann hesa ferð snúði seg um at missa, sorg og avvarandi.

Beinir Bergsson, Rannvá Arnadóttir og Maria Daniela Í Garði Skála eru gestavertir.

Tey trý hava tað í felag, at tey hava mist ein kæran.

Sum yngri, gingu tey hjá Beranum, har tey fingu góða hjálp. Í dag geva tey ráðini víðari til tykkum; tí hvat ger man, tá ið man ikki klárar at hugsavna seg eftir, at man misti mammu sína stutt síðani? Kann man tvinga onkran at tosa um persónin, sum man misti, tá ið man var tannáringur? Hvussu kann tú vera ein góður stuðul, tá ið tín betra helvt fer ígjøgnum eina svára tíð? Og hvat ger man, tá ið sjeikurin hevur angist og tunglyndi, og ikki tímur at tosa við nakran um sínar kenslur?

Um tú hevur tørv á Beranum, kann tú fara á heimasíðu teirra "Berin.fo", ella ringja á 222993.

Gentuvesið

Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.
Kanst tú loyva tær at vera súr inn á sjeikin, tí at hann fekk standing av dansigentunum til eina konsert?
23-11-2022
Hevur ein tørv á, at hyggja inneftir, tá ein missur kenslur fyri øðrum ov skjótt? Tað halda gestavertirnir, Rani og Signar.
15-11-2022
Skal man siga nakað við vinkonuna, ið hvørt ár gevur vánaligar jólagávur, so sum tyggigummi og multivitaminir?
09-11-2022
Er tað neyðugt at siga við mannin, sum man hevur verið saman við í skjótt 15 ár, at ein var ótrúgv í Rom fyri 14 árum síðani? Tað og annað loysa tvær festligar damur í dag.
02-11-2022
Kann man tilrættaleggja ein tríkant, um partnarin hjá tær ikki er heilt við upp á hugskotið? Millum annað hendan tvístøðan var viðgjørd í studio 4 í dag.
01-11-2022
Skal Palli siga nakað við Veroniku, nú hann hevur verið saman við Simbu, í meðan hann og Veronika vóru væl? Tað og annað fara Heini og Marjun Drós, at finna útav hesa ferð.
19-10-2022
Hvat ger man, tá ein í familjuni altíð tekur myndir av fólki, uttan at tey vita tað? Og skal man fortelja einum dreingi, at man ivast í, um man hevur fríggjað við honum?
12-10-2022
Skal man droppa gentuna, sum man er bollivinir við, tí man er byrjaður at fáa romantiskar kenslur? Tað og annað fara Hervør og Pætur at tosa um í dag.
06-10-2022
Um daman hjá dreinginum, sum tú hevur verið í song saman við tey seinastu sjey árini, skrivar til tín, skalt tú so A: fortelja henni alt? B: ignorera hana ella C: lúgva?
29-09-2022
Hevur tú nakrantíð upplivað, at ein kundi hevur stalkað teg? Millum annað hetta fara Annika Olsen og Pól Arni Holm at svara uppá
28-09-2022
Hvat ger mann, tá mann er vorðin forelskað í beiggja eks-sjeikin?
17-09-2022
Hvat skalt tú gera, tá ið tær ikki dámar sjeikin hjá vinkonuni, sum ei heldur fer serliga væl við henni?
13-09-2022