- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gentuvesið
Í dagsins sending ringdu vit til Anniku, sum kokkast í Danmark! Tað var deiligt at hoyra frá henni, men vi máttu leggja á aftur, tí nakrar tvístøður skuldu loysast.
Hesa ferð vóru Angela Fagranes, sum vit kenna frá Angelu og Hannibal, Rógvi B. Dam, sjónleikari og Guðrið Hansdóttir, tónleikari, gestavertir.
Tvístøðurnar eru fjølbroyttar og torførar at svara upp á; hvat skal ein gera, tá ið gamli stjórin blívur við at skriva til ein og man heldur, at tað er óbehagiligt? Og ger tað mun, tá ið hennara núverandi stjóri, er kona hansara?
Líka so fjølbroyttar sum tvístøðurnar eru, líka so fjølbroytt og mong vóru ráðini, ið Angela, Rógvi og Guðrið bjóðaðu tykkum í dag.