- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gentuvesið
![](https://kringvarp.fo/sites/default/files/styles/podcastmyndir/public/gentuvesid_1920x1080_0.png?itok=4v1t9hgM)
Tað tykist sum, at mong hava nógv á hjarta í januar mánaða - og júst tá, er gott við góðum gestavertum.
Hesa ferð vitjaðu Mia Smith, Kolbrún í Haraldsstovu og Bárður DC. Tey fingu, sum altíð, úr at gera, tá ið tvístøðurnar vóru bæði lættar og tungar.
Tí hvat ger ein, sum er illa dámd á sínum starvsplássið? Og skal man blandað seg, tá ið man veit, at sjeikurin hjá vinkonuni hevur verið ótrúgvur? Er tað tíð upp á, at finna sær nýggj vinfólk, tá ið man hevur ein tvørkyndan sjeik, og ikki kann kenna til tey tingini, sum vinarpørini práta um? Og hvat gevur tú einari gentu í gávu, sum tú hevur verið væl við á tveir mánaðar?
Lurtið og finnið tykkara egnu loysnir til dagsins tvístøður!
![](https://kringvarp.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large_2/public/gentuvesid_1920x1080_0.png?itok=lhCmwInu)