- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gentuvesið

Í dagsins parti hita vit upp til nýggjárið við tí góða stemninginum og tónleikinum.
Hann er tó øðrvísi, tí Annika er ikki við - tá er tað gott, at okkara arbeiðsfelagi David Thomassen fær traðkað til.
Tvey onnur, sum eisini royna nakað nýtt, eru Beinir Johannesen, formaður fyri Fólkaflokkin, og Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, tí tey eru gestavertir hesa ferð. Men tey eru ikki einsamøll, tí Hervør, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, er eisini saman við teimum.
Tvístøðurnar eru mangar í tali og snúgva seg um kærleika, dupult spæl, mammur, sum koma við í ball og "bíligar" jólagávur.
Takk fyri í ár og gott nýggjár!

Gentuvesið
Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.