Gentuvesið

10 ára gomul genta á Gentuvesinum
06-01-2022
P32
Hvat gert tú, tá tíggju ára gamla dóttirin byrjar at samanbera seg við myndir á sosialu miðlunum, og tí fær lágt sjálvsálit?

Í dagsins parti eru Laila Neshamar, eisini kend sum Krákumamma á Instagram, og Marjun Drós Tausen, sum vit kenna væl her á Gentuvesinum gestavertir.

Rannvør og Annika hava funnið útav, at tað er torført at finna og fáa gestavertir, nú øll hava korona ella eru í sóttarhaldi. Tí fegnast tær um at hava havt so skilagóðar gestavertir fyrr, sum eru við uppá enn eitt tørn á Gentuvesinum.

Gentuvesið

Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.

Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard eru vertir.
19-01-2026
Ein forliptur drongur, harðskapur, sjálvkærleiki og hjartasorg
02-09-2025
Í parlagi fyri fyrstu ferð, rok í flokkinum, sjeikur ið fylgir øðrum gentum á Instagram og seksualitetur.
01-09-2025
Í hesum partinum hendi okkurt serligt. Vit sendu beinleiðis, meðan vit hildu nýggjár á Gentuvesinum
31-12-2024
Vit rópa "hurra" og hátíðarhalda, at hetta er partur nummar 100
09-08-2024
Vit eru aftur og klárar at tosa um "flirting", ótrúskap og nógv annað
02-08-2024
Við nýggja árinum fylgja nýggjar vónir og nýggjar ætlanir, eitt nú mál um at venja meira
09-01-2024
Tað er fyrsti týsdagur í 2024 og Gentuvesið hevur verið og heilsað uppá í tykkara útvørpum.
07-01-2024
Hava tit saknað okkum? Tí vit hava saknað tykkum!
06-10-2023
Ein steðgur hevur verið, men nú eru vit aftur við eini veiting av nýggjum, frískum tvístøðum, til tykkara svongu oyru!
01-09-2023
Gentuvesið hevur gjøgnum útvarpið beinleiðis vitjað tykkara stovur, bilar, skipskantinur og alt møguligt annað hvønn mikudag í langa tíð - men hvat sker nú?
28-06-2023
Skal mann fara frá damuni, sum mann hevur verið saman við í fimm ár, tí mann hevur møtt einari, sum er dreymakvinnan? Og fer man til leiðsluna, tá ið ein lærari er keðiligur?
21-06-2023