- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gentuvesið

Haltandi parløg á Gentuvesinum
25-11-2021
P27
Hvat kanst tú gera, tá sjeikurin heldur, at tú hevur verið ótrúgv og síðani vil hava at vita alt, sum gert allatíðina?
Dagsins partur er eitt sindur øðrvísi enn vant. Hann er bandaður og so fyllir eitt evni rættiliga nógv: kropurin. Áðrenn vit vita av, er prátið um hann farið í eyst og vest, men kortini ikki av sporinum.
Gestavertir eru Elisa Vang, sum ger alt frá stand up til poddvarp, og tónleikarin Marianna Winther - báðar hava verið gestavertir einaferð áður.
Parturin varð sendur í útvarpinum fyrstu ferð mikudagin 24. november.
Vertir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard.

Gentuvesið
Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.
Í hesum partinum hendi okkurt serligt. Vit sendu beinleiðis, meðan vit hildu nýggjár á Gentuvesinum
31-12-2024
Vit rópa "hurra" og hátíðarhalda, at hetta er partur nummar 100
09-08-2024
Vit eru aftur og klárar at tosa um "flirting", ótrúskap og nógv annað
02-08-2024
Við nýggja árinum fylgja nýggjar vónir og nýggjar ætlanir, eitt nú mál um at venja meira
09-01-2024
Tað er fyrsti týsdagur í 2024 og Gentuvesið hevur verið og heilsað uppá í tykkara útvørpum.
07-01-2024
Ein steðgur hevur verið, men nú eru vit aftur við eini veiting av nýggjum, frískum tvístøðum, til tykkara svongu oyru!
01-09-2023
Gentuvesið hevur gjøgnum útvarpið beinleiðis vitjað tykkara stovur, bilar, skipskantinur og alt møguligt annað hvønn mikudag í langa tíð - men hvat sker nú?
28-06-2023
Skal mann fara frá damuni, sum mann hevur verið saman við í fimm ár, tí mann hevur møtt einari, sum er dreymakvinnan? Og fer man til leiðsluna, tá ið ein lærari er keðiligur?
21-06-2023
Kanst tú siga, at tínar vinkonur ikki sleppa at taka dreingir heim við til tykkara stað, tá ið tit fara at ferðast í summar? Og eru dreingir so villingarsamir, sum ein heldur?
14-06-2023
Skal ein dama vita, hvørjum sjeikurin hevur verið í song við? Hvat ger mann, tá ið ein altíð viðmerkir, hvat mann hevur í matpakkanum? Og yvirtulka vit "likes"?
09-06-2023
Skal ein maður siga við damuna, at honum dámar væl at brúka blæu? Og hvat halda vit um "hot girl summer" og kettur?
31-05-2023