Í 1983 samtykkir Løgtingið at gera ferjulegu í Kirkjubø, men eftir drúgva togan, verður ferjulegan løgd við Gomlurætt
Verkætlanin við at gera eina nýggja ferjulegu til farleiðina um Skopunarfjørð fevndi yvir fleiri landsstýrissamgongur, eins og ætlanin um ferjulegu í Kirkjubø næstan elvdi til samgonguslit.
Men tá ið saman um kom, varð nýggja ferjulegan gjørd við Gomlurætt.
Grótbáturin Siri hevði bara verið níggju túrar við gróti millum Gomlurætt og Hest, tá ið hann fór runt stutt eftir at vera farin av Gomlurætt, ein skelkandi og syrgilig hending, ið kravdi eitt mannalív.
Í sendingini tosa vit við Finnleif Durhuus og Sølvá Patursson, samstundis sum vit eisini hoyra brot úr søgusavni kringvarpsins.
Tú kanst hoyra sendingina her!