Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 46. sending
12-05-2022
Kollafjarðartunnilin, kvinnurnar manna Smyril, og tyrluvanlukkan á Borðoyarvík

Við Kollafjarðartunlinum, sum verður tikin í nýtslu í 1992, gerst farvegurin til Havnar bæði styttri, høgligari og tryggari, nú tað verður óneyðugt at fara á Oyggjarvegin. Vit tosa við Finnleif Durhuus, sum útgreinar søguna um Kollafjarðartunnilin, eins og vit eisini hoyra forkunnug brot úr søgusavni kringvarpsins.
Í 1996 selur landsstýrið Teistan, ið er systurskipið hjá Smyrli, til Italia. Og ein kvinna, sum sigldi við Teistanum, og í serliga stóran mun við Smyrli, er Guðny Jacobsen, sum sigur okkum frá teimum fyrstu 10 árunum við Smyrli í bæði innanoyggja- og millumlandasigling.
Tað var tjúkt í kavaroki, tá ið tyrlan Vípan, stutt eftir midnátt hin 16. desember 1992, datt niður á Borðoyavík - ein vanlukka, sum kravdi fimm mannalív.
Vit tosa við flogskipararn, Hans Meinhard á Høgabóli, sum umsetti upptøkurnar í svarta kassanum fyri skaðanevndini, og Mourits Joensen, sum var tekniskur leiðari á tyrludeildini, tá ið syndarliga vanlukkan hendi. Eisini hoyra vit søguligar upptøkur úr kringvarpssavninum.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Smyril kollvelti føroyska samfelagið
25-11-2021
Tveir hýruvognar vórðu tiknir á sjógv av einum óløgi á havnalagnum í Leirvík
18-11-2021
Norðskálatunnilin og Brúgvin um Streymin kollveltu føroyska samferðslukervið. Við nýggjum samrøðum og søguligum upptøkum verður hugleitt um týdningin av hesum sambandi
11-11-2021
Fyrst í 1970-árunum verður farleiðin um Leirvíksfjørð dagførd. Vit hugleiða um farleiðina, Ternuna, havnaløgini í Leirvík og í Klaksvík, og frætta um serligar hendingar
04-11-2021
Veturin 1973/74 verður Barsskor umbygdur munandi, Gertrud Joensen sigur okkum um ein dramatiska hending við Barsskor í Mikladali, og Per á Hædd lýsir umhvørvið á Stongunum
28-10-2021
Nógvar íløgur verða gjørdar í veganetið í 1970-árunum, vatnflogfar skal flúgva innanoyggja, og hetlendingar lata fýra bilferjur byggja á Tórshavnar Skipasmiðju
21-10-2021
Tvær nýggjar bilferjur verða bygdar til siglingina um Vestmannasund í 1970-árunum, hin fyrri Sam í 1970 og hin seinri í 1975
14-10-2021
Í 1970-árunum henda stórar útbyggingar á samferðsluøkinum. Men hetta er eisini eitt tíðarskeið við oljukreppu, útróðrarverkfalli, og einari rúsdrekkalóg, sum verður feld
07-10-2021
Edmund Joensen, Birgir Enni og Tummas Olsen siga frá, um tá ið Brúgvin um Streymin varð bygd, eins og vit hoyra søguligar upptøkur
30-09-2021
Tunlarnir norður um fjall skotnir ígjøgnum og alment tiknir í nýtslu
12-06-2021
Siglingin við bilum og fólki í Sundalagnum í 1960-árunum er bæði spennandi og fjølbroytt
05-06-2021
Mykines, Slættanes, heimabygdi Norðurstovubussurin, og valuta loyvi
29-05-2021