- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Avbjóðingarnar við suðuroyar- og millumlandasiglingini hjá Smyrli fáa nógva umrøðu í 1980, og á vári keypur strandferðslan donsku bilferjuna Mikkel Mols, ið er systurskip hjá Smyrli, og sum fær navnið Teistin. Men kortini eru ikki allar súðir syftar, tí Fólkaflokkurin tekur ikki undir við at Smyril eisini skal vera í uttanlandssigling um veturin. Úrslitið verður, at samgongan slitnar og at nýval verður útskrivað at vera leygardagin 8. november 1980.
Miðskeiðis í 1980-árunum eru eisini avbjóðingar við farleiðini millum Strendur, Toftir og Havnina, og við farleiðini millum Havnina og Skopun. Úrslitið verður, at strandferðslan keypur eina týska ferju, sum fær navnið Dúgvan, til Skálafjarðarfarleiðina, samstundis sum Tróndur verður umbygdur til farleiðina millum Havnina og Skopun.
Í 1985 verður arbeiðið við at byggja eitt nýtt skip til farleiðina út í Mykines boðið út, men tá ið saman um kemur, verður tað eitt annað skip, ið verður bygt. Og hendan Súlan verður sett í sigling í 1987.
Í seinastu sending umrøddu vit stóra Volvo bussin hjá Kriss, og seinast í sendingini fáa vit meiri at vita um hendan forvitnisliga bussin, tá ið vit tosa við Tórfríður Magnussen, sum harumframt eisini nemur við busskoyringina yvirhøvir.
Í sendingini hoyra vit søguligar upptøkur og nýggjar samrøður við Hergeir Nielsen, Kristian Hansen, ið var borgarstjóri í Hanstholm í 1980, Jógvan Sundstein, Atla P. Dam, Vilhelm Johannesen, Svabo Joensen, Lassa Klein, Jóhan Petersen og Tórfríður Magnussen.
Tú kanst hoyra sendingina her!