- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Fuglfirðingurin Jógvan Simonsen hevur haft stóran týdning fyri føroyska flúgving. Í 1980 tók hann stig til at leiga eina lítla Hughes tyrlu úr Danmark, og hetta gjørdi sítt til, at landsstýrið árið eftir leigaði eina Bell 212 tyrlu frá Maersk Air í tríggjar mánaðar.
Í hesari sendingini lýsa vit tyrlusøguna í Føroyum í 1980-árunum, og tað verður gjørt við nýggjum samrøðum og einari ørgrinnu av søguligum brotum.
Vit tosa við Mourits Joensen, ið var tekniskur leiðari á SL-Helicopters frá 1984 til 1995, og flogskiparin, Hans Meinhard á Høgabóli, sum fór á flog í 1985.
Eisini hitta vit Jógvan í Lon Jacobsen, professara í málfrøði, um orðið tyrla.
Tú kanst hoyra sendingina her!