- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Við Leirvíksbergholinum, ið varð tikið í nýtslu í 1985, var nú sloppið undan at koyra eftir tí gamla og ótíðarhóskandi Leirvíksvegnum, ið var smalur og í støðum gjørdur í brattlendi. Og tunnilin fekk sera stóran týdning fyri bæði Eysturoynnað og Norðuroyggjar.
Í sendingini hesuferð hoyra vit brot úr sending, ið varð gjørd í samband við at tunnilin varð skotin ígjøgnum í 1984, eins og brot frá hátíðarhaldinum, tá ið Leirvíkstunnilin varð alment tikin í nýtslu í 1985. Eisini tosa vit við Finnleif Durhuus, sum útgreinar søguna um Leirvíkstunnilin og gamla Leirvíksvegin.
Hvørjar eru avbjóðingarnar, tá ið tú skalt koyra eina stóra maskinu í ringastu líkindum? Vit tosa við Jóan Paula í Dali, sum í eini 18 ár var maskinførari hjá Landsverki. Eitt nú sigur Jóan Pauli okkum um, tá ið hann varð sendur inn við einari gummiged í brennandi bygningin hjá Havnar Timburhandli í 1987.
Tú kanst hoyra sendingina her!