Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 33. sending
27-01-2022
Ritan kemur í 1971 og Ráðið fyri ferðslutrygd verður stovnað í 1976

Í 1970-árunum økist talið av akførum í Føroyum munandi, og hetta hevur við sær ein øktan tørv, tá ið talan er um bilflutning millum oyggjarnar. Og hesin tørvur verður gingin á møti við fleiri av teimum nýggju strandfaraskipunum, ið verða bygd ella keypt til Føroya.
Um Skopunarfjørð hevði higartil ikki borið til at flutt bilar: Ritan, sum varð ásigld av Ternuni í 1968, var ikki gjørd til bilar, og Másin, sum loysti av, var bygdur til farm og ferðafólk.
Men á heysti 1971 er nýtt ferðamannaskip bygt til Sandoyarfarleiðina. Ritan, ið kortini ikki er ein bilferja, tekur nakrar bilar, sum kunnu standa í lastini og á lastalúkuni. Í sendingini hitta vit Øssur Nielsen, ið var maskinmeisati við Rituni tey fyrstu fýra árini, og Tummas Frank Joensen, sum sigldi um Skopunarfjørð eitt skifti.
Økta bilferðslan í sjeytiárunum hevur eisini við sær fleiri og fleiri ferðsluvanlukkur, ið krevja mannalív, samstundis sum talið av teimum, ið fáa varandi mein í ferðsluni, økist.
Og hetta hevur við sær, at Tryggingarsamband Føroyar tekur stig til Ráðið fyri Ferðslutrygd, ið verður stovnað við ársbyrjan í 1976. Vit hoyra brot úr samrøðu, sum Jógvan Arge hevði við Bjartur Dalsgaard í 1976, og vit tosa við núverandi stjóran, Lovisu Petersen Glerfoss.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Onkursvegna eru Føroyar vorðnar meiri sum EIN býur, heldur enn eitt stórt oyggjasamfelag, sigur Firouz Gaini, professari, sum vit tosa við um týdningin av samferðslukervinum
23-06-2022
Fagranes nøktar ikki tørvin um Leirvíksfjørð, og Dúgvan rekur fyri vág og vind í Suðuroyarfirði, eru tvær av samferðsluyvirskriftunum í 1990-árunum
16-06-2022
Runavík fekk fyrstu rundkoyringina í Føroyum, Anskar Lenvig hevur avgreitt strandfaraskipini úti í Hesti síðani 1949, og ferjulegan í Vestmanna skuldi gerast aðrastaðni
09-06-2022
Tróndur fer at sigla av Gomlurætt, Landsverk yvirtekur raksturin av tyrlupallunum, og ein tyrla dettur niður norðuri á Skarði
02-06-2022
Vegurin millum Skopun og Sand, gamla Esso pumpan í Trøðum á Sandi, og Skopunar havn
26-05-2022
Í 1983 samtykkir Løgtingið at gera ferjulegu í Kirkjubø, men eftir drúgva togan, verður ferjulegan løgd við Gomlurætt
19-05-2022
Kollafjarðartunnilin, kvinnurnar manna Smyril, og tyrluvanlukkan á Borðoyarvík
12-05-2022
6. mai 1922 kom fyrsti bilurin til Føroyar, og hetta hátíðarhalda vit við at fáa søguna um fyrsta bilin, eins og nomið verður við hvussu bilurin hevur broytt samfelagið
05-05-2022
Sumbiartunnilin gjørdist drúgvur, dýrur og vátur. Men hvør er søgan um tunnilin og hvussu vórðu tær mongu avbjóðingarnar við vatni og tilfari loystar?
28-04-2022
Í 1990-árunum eru Føroyar í djúpari kreppu, og hetta merkist um alt landið. Vit tosa við Hans Andrias Sølvará og Finnleif Durhuus, eins og vit hava fregnast um Bókabussin
07-04-2022
Tunnlarnir fingu stóran týdning fyri Kalsoynnað
07-04-2022
Teistin verður keyptur, samgonguslitið í 1980, Dúgvan kemur til landið, nýtt skip til siglingina út í Mykines, og skúlabusskoyringin á Skálafjørðinum
31-03-2022