Norðskálatunnilin og Brúgvin um Streymin kollveltu føroyska samferðslukervið. Við nýggjum samrøðum og søguligum upptøkum verður hugleitt um týdningin av hesum sambandi
Tá ið brúgvin um Streymin verður tikin í nýtslu í 1973, og Norðskálatunnilin í 1976, broytast fortreytirnar í Sundalagnum munandi, samstundis sum ein stórur partur av Føroya fólki nú eisini fær beinleiðis vegasamband.
Í hesari sendingini tosa vit við Svend Petersen, sum minnist aftur á tíðina, tá ið hann var lærari á Oyri og við Norðskála, og tá ið dúgliga varð tosað um at fáa fast samband um Streymin.
Eisini hitta vit Finnleif Durhuus, sum var leiðari á vegaumsitingardeildini hjá Landsverki í 33 ár, og Heðin Zachariassen, sum hevur verið borgarstjóri í Hvalvíkar kommunu og Sunda kommunu.
Harumframt hoyra vit fleiri forkunnugar upptøkur úr søgusavni kringvarpsins.