Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 25. sending
04-11-2021
Fyrst í 1970-árunum verður farleiðin um Leirvíksfjørð dagførd. Vit hugleiða um farleiðina, Ternuna, havnaløgini í Leirvík og í Klaksvík, og frætta um serligar hendingar

Tað hevur altíð verið nógv samband millum Klaksvík og Leirvík: Leirvíkingar mynstraðu við skipum úr Klaksvík, og útróðrarbátarnir úr Leirvík bæði avreiddu og tóku ís í Klaksvík.
Og tá ið leirvíkingar og fólk úr norðrara parti av Eysturoynnið skuldu til Havnar, var tað ofta við ferðamannaskipunum ella postbátunum, sum sigldu á Klaksvík, samstundis sum læknabáturin Medicus eisini gjørdi nógvar túrar til Leirvíkar og aðrar bygdir í Norðureysturoynnið eftir sjúklingum, sum skuldu á Klaksvíkar Sjúkrahús.
Ferðasambandið millum Klaksvík og Leirvík hevur eisini havt stóra ávirkan á Leirvík - eitt nú hevur ferjusambandið um Leirvíksfjørð ivaleyst skundað undir Leirvíkstunnilin, ið varð tikin í nýtslu í 1985.
Og hvør minnist ikki kioskina skamt frá gomlu ferjuleguni í Leirvík og grillmatin í Laðangarði og seinri á Statoilstøðini?
Í 1970 yvirtekur Strandfaraskip Landsins farleiðina Klaksvík, Kunoyar bygd og Kalsoynna og farleiðina um Leirvíksfjørð frá Hugo Gardar, samstundis sum strandferðslan eisini yvirtekur Barsskor og Gardar, ið er gamli Vesturleið, sum nú fær navnið Kjógvin.
Ein av fyrstu uppgávunum hjá Strandfaraskipum Landsins er at dagføra farleiðina um Leirvíksfjørð.
Og valdagin 7. november 1970 kemur bilferjan Ternan, sum er keypt úr Týsklandi - har hon varð bygd í 1960 og tá nevndist Wiking, á Klaksvík á fyrsta sinni. Ternan tekur einar 15 bilar og umleið 100 ferðafólk.
Í sendingini hitta vit Jógvan Ravnsfjall, Sjúrð Eliasen, Poul Magnus Joensen og Byrger Heinesen.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Tveir serstakir Volvo bussar við hvør sínari spennandi søgu. Annar er í dag partur av Danmarks Jernbanemuseum í Odense, og hin varð keyptur frá Simon Spies
24-03-2022
Hóast fyrsta rutan hjá Bygdaleiðum byrjaði í 1979, var tað í 1980-árunum, at Bygdaleiðir menti seg til eina týðandi bussleið um alt landið
17-03-2022
Føroyska tyrluflúgvingin, ið var undir støðugari menning í 1980-árunum, fekk alstóran týdning fyri útoyggjarnar og smáplássini
10-03-2022
Leirvíksbergholið, ið varð tikið í nýtslu í 1985, fekk stóran týdning. Og hvørjar eru avbjóðingarnar, tá ið tú skalt koyra eina stóra maskinu í ringastu líkindum?
03-03-2022
Byrgingin um Haraldssund, sum varð kosin eitt fløkt stríðsmál, Kunoyartunnilin, vegurin til Múla og nýggj Terna um Leirvíksfjørð
17-02-2022
Vit taka saman um 1970-árini og seta skjøtil á 1980-árini í samfelagshøpi og tá ið talan er um samferðslu
10-02-2022
Tað var mangan bítandi kalt hjá monnunum, sum gróvu kava. Ferjulegan og umstøðurnar á Toftum. Og søgulig samrøða um fyrstu ljóskurvarnar í Havn
03-02-2022
Ritan kemur í 1971 og Ráðið fyri ferðslutrygd verður stovnað í 1976
27-01-2022
Farið varð undir at gera veg um fjallið, men tá ið saman um kom, varð tunnil gjørdur millum Sandvík og Hvalba
20-01-2022
Útoyggjarnar eru ein serlig avbjóðing í føroyskari samferðslusøgu, og í dag verður kósin sett til tvær teirra, nevniliga Skúvoy og Dímun
13-01-2022
Nógv stendur á landsstýrinum, suðuroyingar mótmæla, og skjóttgangandi tvíkiljan Hornøy kemur til landið
09-12-2021
Byrgingin um Hvannasund fekk sera stóran týdning, fyrst og fremst fyri Hvannasund og Viðareiði, men eisini fyri Klaksvík og norðurøkið yvirhøvir
02-12-2021