- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Tá skjøtil verður settur á sjeytiárini eru ongar av teimum 18 oyggjunum í Føroyum samanbundnar, samstundis sum fleiri bygdir framvegis onki vegasamband hava. Og hetta hevur sjálvandi við sær, at talið av strandfaraskipum og farleiðum er munandi hægri enn í dag.
Seks oyggjar verða tilsamans nevndar Norðoyggjar, og sostatt mynda hesar ein triðing av føroysku oyggjunum - ein triðingur, sum ikki hevði nakað fast samband fyri 1974. Og tað hevði við sær, at nógv virksemi fór fram við postbátum og ferðamannaskipum.
Og við ársbyrjan 1974 eru fleiri skip í rutusigling í Norðoyggjum. Lítla ferjan Selurin røkir farleiðina millum Hvannasund og Norðdepli, postbáturin Másin røkir farleiðina eystan Múla, Pride siglur millum Havnina og Klaksvík, samstundis sum Smyril eisini røkir hesa farleið um summarið. Bilferjan Ternan siglur millum Klaksvík og Leirvík, og Sildberin siglur til Kalsoynnað, Kunoy og eysturbygdirnar í Eysturoynnið, tí hann avloysir Barsskor, ið verður høvuðsumvældur.
Veturin 1973/74 varð postbáturin Barsskor umvældur og umbygdur munandi. Vit skifta orð við Martin Olsen, ið tá starvaðist á Skipasmiðjuni í Klaksvík, sum stóð fyri arbeiðinum við Barsskor.
Farleiðin við Barsskor til Mikladals og Trøllanes var mangan baldrut, og í 1966 framdi Gertrud Joensen, ið er búsitandi á Trøllanesi, eitt satt bragd, tá ið lítlibátur kom at liggja millum brimið og Barsskor, sum hevði fingið fanglínuna um skrúvuna og sostatt var steðgaður upp.
Vit hitta Gertrud Joensen, sum sigur okkum frá hesari hendingini.
Tað var eitt serligt huglag, har sum postbátarnir, ferðamannaskipini og ferjurnar plagdu at liggja. Og umhvørvið frá gamla Timburhandlinum og norður á Stengurnar í Klaksvík var onki undantak. Saman við Per á Hædd lýsa vit hetta umhvørvi, sum tað var serliga fyri ferjulegan varð tikin í nýtslu í 1974.
Tú kanst hoyra sendingina her!