- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Umframt skipini hjá Mjólkaforsýningini, eru tað fleiri fólk og feløg, ið hava flutt fólk og bilar í Sundalagnum.
Eftir at vegasamband er fingið millum Kollafjørð og Hósvík, fer bilstøðin BIL í Havn í 1962 undir ferðafólkasigling í Sundalagnum við lítlu súðubygdu ferjuni Juni, sum er keypt úr Fuglafirði. Tað var Jógvan Johansen í Klaksvík, sum í 1956 lat hesa ferjuna, sum í Sundalagnum varð nevnd Lítlaferja, byggja í Træstfjord í Noreg at sigla við ferðafólki um vágna í Klaksvík.
Í apríl 1964 keypa eigararnir av hýruvognsstøðini Auto í Havn motorbátin Sigmund frá Suðuroyar Margarinvirki til sigling í Sundalagnum millum Hvalvík og Sundabrúnnað á Oyrabakka. Teir høvdu tá stovnað Oyggjarutuna, sum skipaði fyri rutusambandi úr Havn, eftir Oyggjarvegnum og líka norður til Eiðis, Gjáar og Funnings.
Oyggjarvegurin varð ikki samanbundin fyrrenn í 1966, so fyrstu árini máttu ferðafólk skifta bil uppi í Hórisgøtu við Skeiðsá fyri at koma víðari.
Sami Sigmundur er annars annað skipið, sum Mjólkaforsýningin keypur, og tað er í 1923. Og Sigmundur, ið varð bygdur á Skála í 1920, og sum tók 25 ferðafólk, verður í 1933 seldur til Suðuroyar Margarinvirki og siglur sum lokalur mjólka- og rutubátur av Tvøroyri til eysturbygdirnar í Suðuroynnið. Og har suðuri verður hann bara róptur Mjólkabáturin.
Í 1968 fer O. C. Joensen undir at flyta bilar í Sundalagnum við sluppini Agnes Louis, og í 1969 keypa Jóhan Jacobsen og aðrir donsku bilferjuna Frits Juel, ið fær navnið Sundafergan.
Í dag hitta vit Rudolf Joensen, sum á ein livandi hátt sigur okkum um eina familjuútferð við bil í Eysturoynnið og Streymoynni.
Eisini tosa vit við Edmund Joensen, ið er abbasonur O. C. Joensen, um eitt nú sluppina Agnes Louis, sum sigldi við bilum í Sundalagnum.
Og saman við Birgir Andreasen fara vit á ferð og vitja havnaløgini har, ið Sundaferjan plagdi at leggja at, samstundis sum tosað verður um Sundaferjuna og Sigmund. Pápi Birgir var Jóan Petur Andreasen, sum var skipari á Sigmundi, eins og hann eisini taldist millum eigararnar av Sundaferjuni.
Tú kanst hoyra sendingina her!