- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Vágar eru bæði fjølbroyttar og spennandi, tá ið talan er um føroysku samferðslusøgana. Og ein partur av samferðslusøguni í Vágum er farleiðin út í Mykines, sum vit umrøða saman við Heina F. Petersen og Dánjal Poulsen, sum hava lagt úr hondum frálíka bókaverkið Vága samferðslusøga. Eisini hitta vit Svabo Joensen, sum var skipari á Súluni frá 1988 til 1998.
Eisini verður hugleitt um avtoftaðu bygdina Slættanes saman við Heina F. Petersen.
Eitt, sum eisini hevur eyðkent samferðslusøguna í Vágum, eru teir mongu heimagjørdu bussarnir, ið vóru bygdir har vesturi.
Og tann kanska kendasti og flottasti er óiva Norðurstovubussurin, ið Engelbrecht Poulsen, ið var ein sera dugnaligur snikkari í Miðvági, og Bjarni Joensen, smiðjumeistari í Miðvági, gjørdu til Handilsvirkið N. Niclasen í Sørvági í 1962.
Bussurin varð bygdur í gomlu smiðjuni hjá J. K. Joensen í Miðvági, ið er bygningurin, sum Sjóvinnustýrið eisini hevur húsast í.
Í 2006 gjørdi Jens Jákup Hansen sera áhugaverdu og søguligu sjónvarpssendingina Norðurstovubussurin, har ið eitt nú Engelbrecht Poulsen og Bjarni Joensen greiða frá. Og vit hoyra nøkur brot úr hesari sendingini.
Ætlaði tú tær at keypa bil ella annað akfar í 1960-árunum, var neyðugt at útvega sær valuta loyvi - og tað var ikki latið øllum. Vit lýsa skipanina saman við Magnusi Gunnarson (Maggi).
Tú kanst hoyra sendingina her!