- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetaval og amerikanskur politikkur
Valdið hjá amerikanska forsetanum
08-10-2020
2. partur í podvarprøðini um amerikanskan politikk
Amerikanski forsetin verður ofta kallaður heimsins valdsmiklasti maður, men hvat vald hevur í veruleikanum, hvat kann hann gera, nær verður hann steðgaður og er hetta broytt við tíðini?
Tað eru millum spurningarnar, sum Regin Berg og Tróndur Olsen tosa um í øðrum parti í podvarprøðini um amerikanskan politikk.
Forsetaval og amerikanskur politikkur
Hvussu verður amerikanski forsetin valdur, hvat vald hevur hann, og er hvussu við Umboðsmannatinginum, Senatinum og amerikanska Hægstarætti?
Í hesi podvarpsrøðini varpa vit ljós á hesar og aðrar spurningar um amerikonsku politisku skipanina í samband við forsetavalið, sum verður í USA 3. november.
3. partur í podvarprøðini um amerikanskan politikk
13-10-2020