- Tíðindi, mentan og ítróttur
Café Salt
Guðrun Sólja Jacobsen, Zakaris Heinesen, Sonne Smith, Hansina Iversen, Kinna Poulsen, Arni og Gundur Johansen, Janus Kampmann, Sakaris Stórá, Jón Hammer, og Bjarni Richardt-Mortensen. Hatta vóru fólkini, sum í mikukvøldið 17. mai stukku inn á gólvið í Café Salt til prát og undirhald. Haraftrat sungu kórsangarar fyri okkum.
Kringvarp Føroya og Mentanarhúsið SALT skipaðu í felag fyri hesari sending og kvøldsetu á Drelnesi, her fólk vóru vælkomin innar at sessast og lýða á, samstundis sum sent varð í útvarpinum.
Fleiri áhugaverd og mentanarlig evni vóru á skránni. Í tveimum umførum varð listakvinnan, Ruth Smith, sála, umrødd. Zakaris Heinesen, listamaður, og Sonne Smith, tíðindamaður, søgdu frá kvinnuni, Ruth Smith, meðan listakvinnan, Hansina Iversen, og listfrøðingurin, Kinna Poulsen, gjørdu neyvari greiningar av listini hjá Ruth Smith. Sakaris Heinesen hjálpti til við fyrstu framsýningini, sum Ruth Smith var við á í fimtiárunum, meðan Sonne Smith greiðir frá familjuviðurskiftum nú Ruth Smith var mammsystir hansara. Kinna Poulsen, Hansina Iversen og partvíst Sakaris Heinesen lærdu okkum at síggja málaran og listakvinnuna í listaverkunum.
'The Last Paradise on Earth': Í samband við spælifilm, sum tey eru byrjað at taka upp í Hvalba, komu umboð fyri fyriskipararnar á gátt at siga frá filminum, sum Sakaris Stóra leikstjórnar. Saman við Sakarisi vóru Jón Hammer, framleiðari, og Bjarni Richardt-Mortensen, location fyriskipari. Høvuðsleiklutirin í The Last Paradise on Earth arbeiðir á flakavirkinum í Hvalba og strembir ikki eftir at realisera nakrar stórar dreymar. Eisini kemur fram í samrøðuni, at samanborið við fyrr vinna filmfólk nú eina rímiliga løn.
Guðrun Sólja Jacobsen greiddi frá sínum virksemi seinastu tjúgu árini. Tað var eisini hon, sum sang teir flestu av sangunum til undirspæl frá Janusi Kampmann. Haraftrat stjórnaði hon kóri við næmingum úr Porkeris skúla.
Arni Johansen og Gundur Johansen spældu eina stuttliga sketsj, har teir vóru eldri menn. Gundurs Studiorkestur í Trongisvági lat okkum nýggja innspæling við rokksangi, ið snýr seg um 'feriulønina', og tíðindamaður var umborð á Herjólfi III at kanna, hvat suðuroyingar hald um skipið.
Café Salt 17. mai 2023