- Tíðindi, mentan og ítróttur
Café Salt
Júst komnir frá venjing sessaðust Gilli Rólantsson Sørensen, landsliðsleikari, Poul Ingason, liðformaður, og Andre Dalfoss, formaður í Tvøroyarar Bóltfelag, við runda samrøðuborðið í SALT. Sjálvandi var mest prátað um liðið í Betri deildini, tí tað er har Gilli og Poul spæla.
Gilli Rólantsson Sørensen greiddi brotvíst frá tilveruni í norskum fótbólti, og at hann enn ikki er liðugur at spæla uttanlands, men í løtuni snýr alt seg um TB, barndómsfelagið. Poul Ingason er eisini "nýggjur av nýggjum", tí hann hevur havt langan støðg frá fórbólti. Hann er bæði kendur fyri at spæla við TB, HB, og TB/FC Suðuroy/Royn.
Formaðurin í TB; Andre Dalfoss, segði millum annað frá týdninginum av at hava royndar spælarar sum Gilla og Poul við. Og hann vil hava nógvar áskoðarar við Stórá, umframt at fólk eru meira enn vælkomin at troppa upp til venjingarnar: -Kaffi er altíð á kannuni, sum Andre sigur.
Café Salt 19. apríl 2023