Café Salt

Café SALT: Prát og undirhald í dýrdarveðri
20-04-2023
19. apríl var enn ein kvøldseta send úr Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi. Frægir tónleikarar, skemtarar og frásøgufólk tóku lut. Eisini spældi Tvør. Hornorkestur eitt stykki.

Lagt var fyri við duettini 'Einarsson' hjá Michella Evely og Róa. Húsorkestrið var ein trio við Lív Næs, Tróndur Enni, og Óla Holbæk. Tvøroyrar Hornorkestur spældi eitt enskt stykki; 'Barnard Castle' eftir Goff Richards, og 'Gundurs Studioorkestur í Trongisvági' hevði latið sendingini upptøku av kærleikssangi, 'Tú ert so vøkur'.

Mariann Johansen og Birita Johansen leiktu brot úr Karius og Baktus uppseting, sum tær fara at framføra alment í mai mána. Og send varð ein reportasja, sum Gundur Johansen hevði gjørt. Hann var farin um oynna at kanna hugburðin í ymsu bygdunum fyri ætlaða Suðuroyartunnlinum. Sera stuttligt.

Prátini vóru fýra. Esmar Berg í Nesi, Hvalba, greiddi frá Hvalba og Sandvík í søgu og nútíð, umframt sumt frá tíð síni sum lærari í umleið fýrati ár. Vivie Davidsen, skúlastjóri á Heilsuskúlanum í Hovi, segði frá innihaldi, møguleikum og ætlanum fyri skúlan. Umframt at spæla sjónleik greiddu Mariann og Birita frá sjónleikslívinum, og at enda vóru tað fýra umboð fyri Tvøroyar Bóltfelag, sum komu á gátt at siga frá hugburði og støðuni í felagnum. Teir vóru Gilli Rólantsson Sørensn, landsliðsleikari, Poul Ingason, liðformaður í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, og Andre Dalfoss, sum er formaður í TB. Vánirnar eru góðar og spenningurin stórur til kappingarárið.


Café Salt 19 apríl 2023

 

Café Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.
Kvøldið fyri stóra tunnilsdagin, tá Sandoyggin varð knýtt upp í meginøkið við undirsjóvartunnli, skipaðu KVF og SALT fyri væleydnaðum undirhaldskvøldi heima á Sandi.
22-12-2023
17. mai varð í hesum umfari seinasta Café Salt útvarpssendingini send úr Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi. Lista- og filmprát merkti kvøldið, men eisini tónleikur og skemt.
18-05-2023
SKEMT: Vit eru í Suðuroynni. Eitt tíðindafólk hjá KVF dyrgir eftir útsagnum og áskoðanum í tunnilsmálinum. Hvat heldur vanligi suðuroyingurin, skal Suðuroyartunnilin borast?
24-04-2023
Ein poppsangur um eitt óunniligt kærleikssamband.
24-04-2023
19.4.23: Hetta kvøldið í Café SALT hoyrdu vit á fyrsta sinni duettina 'Einarsson' spæla í útvarpinum. Rættiliga sannførandi bóru tey okkum klassikaran, 'Over the Rainbow'.
23-04-2023
19.4.23 Samrøðan viðgerð umstøðurnar hjá næmingunum á Heilsuskúlanum í Hovi, her hugsað verður um løn undir útbúgving og vantandi næmingaheim.
21-04-2023
19.4.23: Í næstum fara Mariann og Birita Johansen at spæla barnaleikin, Karius og Baktus, í Mentanarhúsinum SALT. Tær báðar eru eisini virknar í Suðuroyar Sjónleikarfelag.
21-04-2023
19.4.23: Fyrrverandi lærarin og formaðurin í Føroya Lærarafelag, Esmar Berg, var fyrstu gesturin ónskvøldið. Hann greiddi frá Hvalba, Sandvík, og lærarayrkinum.
21-04-2023
19.4.23: Duettin Lív Næs og Tróndur Enni hevði nógv at bjóða ónskvøldið á Drelnesi. Umframt fýra nýggjar sangir høvdu tey eisini fræga gittaristin, Óla Holbæk, við sær í SALT.
20-04-2023
19.4.23: Kaffistovan í Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi var ónskvøldið karmur um kvøldsetu, ið send varð beinleiðis í útvarpinum. Tríggir av gestunum vóru TB menn.
20-04-2023
19. apríl var enn ein kvøldseta send úr Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi. Frægir tónleikarar, skemtarar og frásøgufólk tóku lut. Eisini spældi Tvør. Hornorkestur eitt stykki.
20-04-2023
Annie O. Eysturoy í Vági las bókmentir á fleiri málum í Salzburg, helt fram í USA, har hon m.a. undirvísti indianarum í egnum bókmentum. Men føroyska málið var eisini við.
25-03-2023