- Tíðindi, mentan og ítróttur
Café Salt
Jákup Jensen er lærari og staðkendur á Tvøroyri og Valinum, har hann eisini vaks upp. Hann veit rættiliga nógv um yvirskipaðu bygdasøguna, men eisini nógv um tey fólkini, sum búðu í Valinum, har dansistaðið Tvøratunga varð nógv vitjað. Í samrøðuni greiðir Jákup Jensen millum annað frá hesi fyrstu skipaðu bústaðarútstykkingini, ið bleiv til Valin, og hvaðani fólkini komu, sum settu búgv á hesum fyrr óbygda stað millum Froðba og Trongisvág.
Men ein kann ikki tosa um Valin uttan eisini at greiða frá byrjaninin til Tvøroyri, sum var í 1836. Eitt sindur verður haraftrat greitt frá fakfelagsarbeiði, og Jákup Jensen sigur okkum eisini, hví tað ikki er eins hugnaligt í Valinum í dag samanborið við fyri fáum áratíggjum síðan.
Café Salt 22. mars 2023