- Tíðindi, mentan og ítróttur
Café Salt
'Café Salt' er mánaðarlig undirhalds- og mentanarsending, sum Kringvarp Føroya og Mentanarhúsinum Salt á Tvøroyri skipa fyri.
Talan er um beinleiðis sending. Mikukvøldið 22. mars '23 var fjórða sendingin av hesum slag send og gestirnir vóru: Annie O. Eysturoy, Jákup Jensen, Sunnva Kjærbo, Martin Kjærbo Vinther, Simona úr Hørg, og Britt Jónsdóttir. Eisini varð tosað við Ingun Háberg og Dagfinn Olsen um kórið 'Blandað Drops' í Vágs skúla, eins og Dagfinn greiddi frá løgunum hjá húskorkestrinum, sum hann, Hjalmar Magnussen, og Arni Holm Carlsen mannaðu. Sjónleikaranir, Mariann Johansen og Rói Einarson spældu ein sketsj við støði í framtíðarløtuni, tá nýggja mjølverksmiðjan hjá Varðanum Pelagic verður tikin í nýtslu, og eisini lat Gundur Johansen okkum ein innspældan og stuttligan sang, ið umrøður ein túr til Havnar við Smyrli.
Annie O. Eysturoy fór sum ung til Danmarkar á studentaskúla, las enskar og spanskar bókmentir í Salzburg, undirvísti seinni upprunafólkum í amerikanska statinum, New Mexico, og í nítiárunum undirvísti hon eisini føroyingum á Føroya Studentaskúla og HF Skeiði í Hoydølum. Annie O. Eysturoy greiðir okkum frá einum parti av hesi áhugaverdu lívsferð og virksemi.
Jákup Jensen er lærari, sum í dag savnar tilfar av ymsum slag um gamlar tíðir, eins og hann er søguligur ferðaleiðari. Hann vaks upp í Valinum á Tvøroyri, ið var fyrsti býlingurin í Føroyum, sum varð útstykkjaður til bústaðarbygging. Jákup Jensen greiðir okkum frá hesum serliga býlingi, her fólk nógvastaðni frá búsettust í slupptíðini.
Sunnva Kjærbo leggur børnum í Sumba lag á í føroysum dansi, spølum, og kvøðing. Støðan er góð, tí nógv børn vilja føra henda sið fram í tíð og møta dúgliga upp til venjing. Sunnva Kjærbo var sjálv ikki kvøðari, tá hon var barn og ungdómur, men áhugin spratt í Danmark. Fyri teir ungu dansararnar í Sumba komu Martin Kjærbo Vinther, Simona úr Hørg, og Britt Jónsdóttir á gátt í SALT saman við Sunnvu at greiða okkum frá støðuni hjá barnadansinum í Sumba. Og eisini annað verður tikið upp í prátinum við sumbingarnar.
Café Salt 22. mars 2023