Café Salt

'Café Salt' 22. mars: Gott prát og bæði livandi tónleikur og skemt
24-03-2023
Heimkomin vágskvinna sigur frá lívi sínum úti í stóru verð, tvøramaður greiðir frá býlinginum, Valinum, barnadansur í Sumba er eitt evni, húsorkestur spælir og barnakór syngur

'Café Salt' er mánaðarlig undirhalds- og mentanarsending, sum Kringvarp Føroya og Mentanarhúsinum Salt á Tvøroyri skipa fyri.


Talan er um beinleiðis sending. Mikukvøldið 22. mars '23 var fjórða sendingin av hesum slag send og gestirnir vóru: Annie O. Eysturoy, Jákup Jensen, Sunnva Kjærbo, Martin Kjærbo Vinther, Simona úr Hørg, og Britt Jónsdóttir. Eisini varð tosað við Ingun Háberg og Dagfinn Olsen um kórið 'Blandað Drops' í Vágs skúla, eins og Dagfinn greiddi frá løgunum hjá húskorkestrinum, sum hann, Hjalmar Magnussen, og Arni Holm Carlsen mannaðu. Sjónleikaranir, Mariann Johansen og Rói Einarson spældu ein sketsj við støði í framtíðarløtuni, tá nýggja mjølverksmiðjan hjá Varðanum Pelagic verður tikin í nýtslu, og eisini lat Gundur Johansen okkum ein innspældan og stuttligan sang, ið umrøður ein túr til Havnar við Smyrli.


Annie O. Eysturoy fór sum ung til Danmarkar á studentaskúla, las enskar og spanskar bókmentir í Salzburg, undirvísti seinni upprunafólkum í amerikanska statinum, New Mexico, og í nítiárunum undirvísti hon eisini føroyingum á Føroya Studentaskúla og HF Skeiði í Hoydølum. Annie O. Eysturoy greiðir okkum frá einum parti av hesi áhugaverdu lívsferð og virksemi.


Jákup Jensen er lærari, sum í dag savnar tilfar av ymsum slag um gamlar tíðir, eins og hann er søguligur ferðaleiðari. Hann vaks upp í Valinum á Tvøroyri, ið var fyrsti býlingurin í Føroyum, sum varð útstykkjaður til bústaðarbygging. Jákup Jensen greiðir okkum frá hesum serliga býlingi, her fólk nógvastaðni frá búsettust í slupptíðini.


Sunnva Kjærbo leggur børnum í Sumba lag á í føroysum dansi, spølum, og kvøðing. Støðan er góð, tí nógv børn vilja føra henda sið fram í tíð og møta dúgliga upp til venjing. Sunnva Kjærbo var sjálv ikki kvøðari, tá hon var barn og ungdómur, men áhugin spratt í Danmark. Fyri teir ungu dansararnar í Sumba komu Martin Kjærbo Vinther, Simona úr Hørg, og Britt Jónsdóttir á gátt í SALT saman við Sunnvu at greiða okkum frá støðuni hjá barnadansinum í Sumba. Og eisini annað verður tikið upp í prátinum við sumbingarnar.

Café Salt 22. mars 2023
 

Café Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.
Jóni Strøm, Hanna Hammer, og Bjarni Jacobsen, øll trý úr Havn, eru fyri aðru ferð á Ítróttarháskúlanum í Vági. Tey eru glað og halda ikki lívið á bygd vera keðligt.
02-03-2023
Sagt verður frá bananvøkstri á Tvøroyri, har Símun eisini hevur sína grillbúð. Elisa Vang ber okkum Stand-Up; Guðrun Sólja syngur; og Rói Einarsson hermir eftir tvørapresti
16-12-2021
Fyrsta Café Salt sendingin er ein palettur við alskyns evnum; tónleiki, dansi, fótbólti, kosthaldi, café- & hotelviðurskiftum, skemti, sjónleiki, og kommunalpolitiskum málum.
25-11-2021
  •