- Tíðindi, mentan og ítróttur
Café Salt
Politikarar í norðaru helvt av oynni eru fyri at Suðuroyggin verður skipað sum ein kommuna, meðan syðra helvtin mutar ímóti og sigur málið vera ov illa lýst. At Halltóra er hvalbingur, broytir ikki tann veruleikan; hon ivast stórliga í hesum hugskoti. Gunnhild Mortensen, kommunustýrislimur í Hvalba, hevur ikki altíð verið fyri kommunusamanlegging, men sær í dag nógvar fyrimunir við eini nýggjari skipan fyri alla oynna.Orðaskiftið millum tær báðar var í útvarpssendingini 'Café Salt' tann 1. mars 2023.
Aftrat prátinum hoyra vit viðkomandi skemt eftir Gundur Johansen: KvF tíðindamaður ringir til hvalbing, sum er staddur á seyðarættini, fyri at spyrja um hansara støðu í málinum um at gera Suðuroynna til eina kommunu. Tískil er talan um bæði gaman og álvara.
Café Salt 1. mars 2023