- Tíðindi, mentan og ítróttur
Café Salt
Á myndini sæst Sonne Smith (th) lurta eftir Froðbiar Sóknar Blues Orkestri saman við vertunum. FSBO hevði vant tveir sangir at spæla fyri Sonna hetta marskvøldið, tá útvarpið sendi frá Mentanarhúsinum Salt á Tvøroyri. Í baksýninum síggjast ljósini frá Tvøroyri skina gjøgnum gluggarnar í Salt.
Í sjeytiárunum heitti Útvarp Føroya á Sonna Smith um at gera tónleikasendingar fyri stovnin. Har legði hann seg eftir at spæla løg hjá bólkum sum sjáldan vóru at hoyra. Fleiri av hesum bólkum og løgum spælir Froðbiar Sóknar Blues Orkestur; eitt nú 'Muddy Water Blues' hjá Paul Rodgers, sum FSBO spældi fyr Sonna hetta kvøldið í Café Salt útvarpssendingini. Talan er um útvarp, ið javnan verður sent frá Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi. Tann næsta er sett á skránna 22. mars 2023.
Kvøldið endaði við seinna sanginum, sum Froðbiar Sóknar Blues Orkestur hevði vant við Sonna Smith í huga. Tað var 'Reconsider Baby', sum eisini kann hoyrast á hesari netútgávu av samrøðuni.
Café Salt 1. mars 2023.