- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blandað bomm
Fríggjakvøldið var annað umfar av Sement í Reinsarínum í Havn. Vit fylgdu Joe & The Shitboys í teirra roynd at koma í finaluna, sum Marius DC og Brimhvítt spældu seg víðari til farna vikuskiftið.
Við síni entre á føroyska tónleikapallin fingu Føroyar ein tónlistarligan og summi eisini ein mentanarligan frammaná. Teir hava givið út plátuna The Reson For Hardcore Vibes, teir tóku altjóða fjølmiðlar sum NME á bóli á Iceland Airwaves 2019, teir fingu virðisløn sum Ársins bólkur á FMA 2019 og nú er kunngjørt, at teir skulu spæla á The Great Escape Festival í Brighton í Onglandi.
Men fríggjakvøldið 23. apríl fóru teir altso á pallin í Reinsarínum til annað umfar av Sement 2021.
Finalan av Sement verður í Reinsarínum leygarkvøldið 1. mai.