- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blandað bomm
Tónleikakappingin Sement er byrjað í Reinsarínum í Havn og vit fylgdu Marius DC til fyrsta umfarið.
Marius DC útgav í 2019 sína fyrstu EP “The MZA EP” og hevur síðani útgivið fleiri stakløg og verið featured á fleiri løgum. Eitt nú var hann featured á útgávuni hjá Æðrasoppar á lagnum “KOLASALAT” saman við Joe & The Shitboys, og hevur hann júst útgivið staklagið “Gasoline”, sum endaði á stórum playlistum, sum: “New Music Friday - Norway” á Spotify og “New Music Friday - Denmark” á Apple Music.
Harumframt er hann, sum tann fyrsti Føroyingurin í 15 ár, koyrdur í rotatión á NRK P3+.
Marius DC kom víðari til finaluna saman við bólkinum Brimhvítt við Bjørk Lamhauge sum oddakvinnu.
Hann hevur longu sum 17 ára gamal gjørt nógv feitt, men, sum hann sjálvur sigur í samrøðu við Biit, so sær framtíðin ljós út.