Í samdreyminum í sætta parti, sigur Dánjal Búa farvæl. Tá teir vakna sigur Dánjal, at hann ætlar sær heim til konu sína. Men er tað nú so? Fer Dánjal frá Búa?
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seks spurningar um at vera menniskja

Tak niður

6 partur - Fer tú frá mær? |
5. Ber tad til at fanga ljósid? Í samdreyminum í fimta parti liggur Dánjal deyður í einum kapelli. Men presturin sigur, at tann, sum fangar ljósid skal hava ljós lívsins. Tá Dánjal og Búi vakna fara teir beint í holt vid at kanna um tad ber til at fanga ljósid. |
4. Er mamma horvin? Í samdreyminum í fjórða parti fær Búi at vita frá Dánjali, at mamma hansara er horvin. Tá teir vakna vil Búi hava Dánjal at hjálpa sær at finna horvnu mammuna. Men eigur man ikki at skyna mun á dreymi og veruleika? |
3. Ber tað til at liva í alla tíð? Í triðja parti samdroyma Dánjal og Búi um jarðarferðina hjá Búa. Tá Búi vaknar er hann bangin fyri degnum tá hann einferd fer at fara og fer tí í holt við at byggja sær eina ævinleikamaskinu. Men ber tað til, at liva í alla tíð? |
2. Hvør eri eg? Í samdreyminum í øðrum parti spyr Dánjal - Hvør eri eg? Tá teir vakna ger Búi alt hann kann, fyri at hjálpa Dánjali at finna eitt svar. Men finst eitt svar uppá hendan aldargamla spurning? |
1.Hvar byrja vit? Úr fyrsta samdreyminum hjá Dánjali og Búa spyrst spurningurin hvar byrja vit? Tá teir vakna, semjast Dánjal og Búi um, at eitt egg er ein byrjan. Men er tað nú so? Tí hvat kom fyrst, hønan ella eggið? |