Umboð fyri ein av heimsins størstu djóraverndarfelagsskapum vitjaði í Føroyum í vikuni. Boðskapurin er greiður: Tað finst ongin humanur háttur at drepa hval.
- Tað er ótrygt, ein leitar og kemur ongantíð á mál. Tað sigur Edward Fuglø, listamaður, sum seinastu vikurnar hevur sýnt fram á Listasavni Føroya. Og so hitta vit eisini Sissal Kampmann, sum hevur fingið rós fyri sítt fyrsta yrkingasavn.