- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Í síðstu viku hittust um 40 fólk úr norðurlondum, sum arbeiða innan listaøkið, fyri at kjakast um hugtøkini listarlig góðska og armslongdarmeginregglan - serliga við atliti at listastuðulsskipanum.
Fleiri føroyingar vóru við á fundinum, millum annað Sunnuva Bæk, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, Torkil Rasmussen, deildarstjóri á mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Dánjal á Neystabø, tónleikari og formaður í Tónleikasambandi Føroya.
Tey trý eru samd um, at tað er neyðugt av og á at hava orðaskifti um føroysku stuðulsskipanirnar til list.
- Vit liva í av einum samfelagið, ið støðugt broytist, og tí broytast fatanirnar av hugtøkum og skipanum eisini . Listastuðulsskipanirnar eru partar av okkara vælferðarsamfelagið, og tí er tað altíð relevant at fylgja við og skifta orð um hesar skipanir, halda Sunnuva Bæk, Torkil Rasmussen og Dánjal á Neystabø. Tey vísa eisini á, at tað - í fleiri førum - ikki er armslongd millum landsstýrið og útlutanina av stuðulspengum, og hetta er eisini nakað vit eiga at kjakast um, siga tey.
"Vit eiga at endurskoða alt listastuðulsøkið", heldur Sunnuva Bæk.
Lurtið eftir orðsakiftinum um armslongdarmeginreggluna og listastuðulsskipanir í Føroyum.