Nón

- Tá eg hevði fingið tað, eg ynskti mær, byrjaði eg at hugsa um meining
28-08-2021
Hoyr longri samrøðu við Kitty May Ellefsen um at velja aðra lívsleið sum tilkomin kona, og at fyrst og fremst ynskja at fáast við tað, sum gevur grundleggjandi meining.

Kitty May Ellefsen hevur fingist við alt tað, sum ikki er bleytt. Staðið á odda fyri Vága Floghavn, arbeitt í Vinnumálaráðnum, verið býlingastjóri í SMS v.m. Nú hevur hon sum 53 ára gomul skift lívsleið. Hon ynskir at gerast sjúkrarøktarfrøðingur. 

- Tá eg fór at lesa sum ung, vóru tað  onnur ting, ið eg legði dent á. Pengar og karrieru. Men tað er tað ikki longur. Eg havi funnið útav, hvussu fantastiskt arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur er, sigur 53 ára gamla Kitty May Ellefsen. 

Kitty May Ellefsen er útbúgving cand.merc.jur. og hevur nógvar arbeiðsroyndir innan politikk og vinnulívið. 

- Lívið broytir teg, og tað kenni eg eisini á mær, at tað hevur gjørt. Fyrr hevði tað týdning at hava arbeiði, har eg tjenti nógv, soleiðis at eg kundi fáa ráð til ymiskt materielt. Men tað hevur ongan týdning nú. Eg varnaðist, at tá eg hevði fingið tað, eg ynskti mær, so byrjaði eg at hugsa um meining. Gevur hetta meining? Tað haldi eg, at sjúkrarøktarfrøði-útbúgvingin ger.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022