Tænastumannakanning skal gerast um embætisførslu hjá aðalstjóra

Tænastumannakanning skal gerast um embætisførslu hjá aðalstjóra
Aksel V. Johannesen løgmaður hevur í dag, eftir løgfrøðiligari ráðgeving, givið Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, ætlanarskriv um tænastumannakanning
 
27.12.2023 - 12:13

Løgmansskrivstovan metur, at grundaður varhugi er um, at aðalstjórin í Heilsumálaráðnum ikki hevur hildið kravið sambært grein 9 í tænastumannalógini, um at 'tænastumaður skal samvitskufult halda tær fyri starv hansara galdandi reglur, og skal bæði í og uttan fyri tænastu vísa slíkan atburð, sum starvi hansara sømir'. Turid Arge er samstundis frítikin fyri tænastu frá dags dato og so leingi agamálið gongur.

Fekk átalu

Tað var 4. desember, at Løgtingsins umboðsmaður gav Heilsumálaráðnum álvarsliga átalu fyri at hava afturhildið upplýsingum. Í hesum sambandi heitti løgmansstjórin á Turid Arge aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, um at koma við frágreiðing um málið. 

Hesa frágreiðing fekk Løgmansskrivstovan 21. desember.

Nú verður heitt á Sorinskrivaran um at tilnevna rannsóknarleiðara, sum sambært tænastumannalógini, skal gera tilmæli í málinum.

Fyribilssetur aðalstjóri settur

Avgerð er eisini tikin um, at Bjørgfríð Ludvig frá 1. januar verður fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum. Bjørgfríð Ludvig hevur drúgvar leiðsluroyndir, og hevur áður verið aðalstjóri í Vinnumálaráðnum og seinast kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu.

Fram til 1. januar røkir Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum fyribils starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632