Samgongulimur mælir til at taka andstøðuuppskot framaftur

Samgongulimur mælir til at taka andstøðuuppskot framaftur
Líkt er til, at undirtøkan fyri tøkugjaldinum, sum var samtykt í vár, ridlar
Karlot Hergeirsson er løgtingsmaður fyri Framsókn og partur av samgonguni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.11.2023 - 13:41

Týsdagin fer vinnunevndin at viðgera uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at broyta tøkugjaldið.

Uppskotið fekk fyrstu viðgerð í tinginum mikudagin beint eftir, at Bakkafrost hevði sagt 140 fólk upp á góðskingarvirkinum á Glyvrum.

Orðaskiftið vísti, at undirtøkan fyri tøkugjaldinum, sum samgonguflokkarnir samtyktu fyrr í ár, ridlar.

Bæði Hanna Jensen og Karlot Hergeirson í Framsókn hava funnist at tøkugjaldinum.

Í Breddanum fyrrapartin skeyt samgongulimurin, Karlot Hergeirson, upp, at vinnunevndin tekur uppskotið, sum undanfarna samgonga - altso núverandi andstøða - hevði um tøkugjald.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10112023_Tokugjald

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Leygardag 8. november
Vikugesturin: Leirvíkingur við stóra L
199652
Leygardag 8. november
Vikan 8. november 2025
199650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506