- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hin rusuti
Morgunin byrjar við at fara tvørtur um stóru ánna, sum rennur úr jøklinum, á veg til basecamp, sum er á 4100 metra hædd. Nú byrjar brattlendið og kuldin er komin. Tað nervar ikki hin rusuta.
Verri gongst sovimakkaranum, sum fellur longur og longur afturúr. Um tað er krím, so er vandi fyri, at tað eisini fer at raka hin rusuta.
Hin rusuti
Jens Jákup Hansen er hin rusuti. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið "Hin Rusuti" sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD. Nýggjasta røðin í tíggju partum lýsir ferðina upp á Aconcagua, hægsta fjall í Amerika.