Hin rusuti

Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
15-07-2024
Búkilska oyðileggur stóra dagin, tá fjallatúrurin byrjar. Hin rusuti fær ikki fylgt við hinum í ferðalagnum. Lagið verður ikki betri av, at hin rusuti missir einatjaldið

Búkilska oyðileggur stóra dagin, tá fjallatúrurin byrjar. Hin rusuti fær ikki fylgt við hinum í ferðalagnum. Lagið verður ikki betri av, at hin rusuti missir einatjaldið og nú noyðist at deila tjald við einum norðmanni, sum óttast fyri at verða smittaður við búkilskuni. Men glottar eru fyri framman. Dagin eftir sæst Aconcagua fyri fyrstu ferð.

Hin rusuti

Jens Jákup Hansen er hin rusuti. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið "Hin Rusuti" sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD. Nýggjasta røðin í tíggju partum lýsir ferðina upp á Aconcagua, hægsta fjall í Amerika. 

Í næstseinasta parti gera vit okkum klár til topp-royndina og fáa síðstu læknakanningina.
19-12-2023
Hesa ferð stríða vit okkum niðan á 4.600 metra hædd at eta døgurða við larmandi amerikanarum.
05-12-2023
Hesa ferð um at vakna við frosti á tjaldinum, um at venja seg við hæddirnar og annars prát við eitt nú tríggjar vinmenn, sum gjørdu av at náa Kilimanjaro, áðrenn teir verða 30
28-11-2023
Hesa ferð fara vit úr fyrstu leguni, og kuldin byrjar at merkjast.
21-11-2023
Vesið er defekt, og viðførið er eftir í Doha, so okkurt má gerast. Kom við fyrsta dag í Afrika.
14-11-2023
Hesaferð síggja vit, hvussu tað gekk, tá vit flugu úr Keypmannahavn, umvegis Doha, til Kilimanjaro airport. Tað gekk ikki eftir vild.
07-11-2023
  •