Loft á tøkugjaldið

Loft á tøkugjaldið
Tøkugjaldið fyri laks, sum verður virkaður, skal hava eitt loft, 7,5 prosent. Tað heldur Sambandsflokkurin, sum er komin við uppskoti um at broyta lógina um tøkugjald
Loft skal setast á tøkugjaldið fyri laks, ið verður virkaður, heldur Sambandsflokkurin
Mynd: Savnsmynd  
 
25.10.2023 - 07:31

Sambandsflokkurin er komin við uppskoti um at broyta lógina um tøkugjald.

Størsti andstøðuflokkurin mælir til, at tøkugjaldið fyri laks, sum verður virkaður, skal hava eitt loft, 7,5 prosent.

Uppskotið eitur áseting av lofti í tøkugjaldinum fyri part av laksaframleiðsluni, sum fer til meirvirking.

Sambandsflokkurin sigur, at tøkugjaldið og serliga tøkugjaldsstigin eiga ikki at forða fyri, at til ber at meirvirka laks.

Tøkugjaldið fyri tann laksin eigur í mesta lagi at vera 7,5 prosent.

Tá marknaðarprísurin er meira enn 20 kr. fyri kilo størri enn framleiðslukostnaðurin, fer minni at koma inn í tøkugjaldi, verður uppskotið samtykt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Leygardag 8. november
Vikugesturin: Leirvíkingur við stóra L
199652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506