- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikan
Vikan 7. september 2024
07-09-2024
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
Í vikukjakinum viðgjørdu vit spurningin um at testa heimastýrislógini í royndini at fáa limaskap í WTO. Vit spurdu, um foreldur blanda seg ov nógv í skúlan. Og stóra afturvendandi undirskotið á fíggjarlógini bleiv lagt undir luppin. Tey, sum kjakaðust, vóru Malan Óladóttir á Dunga, búskaparfrøðingur, Jóannes Patursson, bóndi, og Cecilia Nolsøe Sørensen, lærari.
Vikugesturin var Una Joensen, rektari á Glasi, sum javnan hevur verið í miðlameldrinum, síðan hon tók við. Vit venda onkrum av málunum, og spyrja, hvør Una Joensen er.
Hesa vikuna var tað Fróði Løkságarð, sum legði vikuna á skák.
Vikan
Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.
Vertir eru Ingi Rasmussen og Leif Láadal.
Marjun Í Kálvalíð og Ben Arabo myndaðu vikukjakið, Bogi Jacobsen var vikugestur, og Fróði Løkságarð legði vikuna á skák
28-09-2024
Vikukjak við Ben Arabo, Eyðdis Eidesgaard og Marnar Fríða Kristiansen. Vikugestur er Silas Olofson
15-06-2024
Fernando Troleis úr Brasil greiddi í Kringvarpinum frá, at hann hevur lært seg flótandi føroyskt, men at arbeiða í Føroyum við sínum førleikum ber ikki til
07-06-2024
Sonja Kjølbro er útbúgvin grafikari og forkvinna í Klaksvíkar róðrarfelag. Í samrøðuni verður m.a. skift orð um, at hon og maðurin eiga tríggjar synir, ið allir rógva.
01-06-2024