Skrivað stendur

«Eg eri lívsins breyð»
08-03-2024
Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum. Maria Mørkøre og Jógvan Páll Lassen eru gestir.

Prædikuteksturin til miðføstu sunnudag, fjórða sunnudag í føstu, stendur í evangeliinum eftir Jóhannus, kap 6, ørindini, 35-51.

 

 

v35: Jesus segði við teir: «Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta. 

v36: Men eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð meg og trúgva tó ikki. 

v37: Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. 

v38: Tí at eg eri komin niður av himni, ikki fyri at gera vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg. 

v39: Men hetta er vilji hansara, sum sendi meg, at av øllum tí, sum hann hevur givið mær, skal eg einki missa, men eg skal reisa tað upp á evsta degi. 

v40: Tí at hetta er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.» 

v41: Tá ilskaðust Jødarnir á hann, tí at hann segði: «Eg eri tað breyðið, sum kom niður av himni.» 

v42: Og teir søgdu: «Er hetta ikki Jesus, sonur Jósefs, sum vit kenna bæði faðir og móður at? Hvussu kann hann tá siga: «Eg eri komin niður av himni?»  

v43: Jesus svaraði og segði við teir: «Ilskist ikki tykkara millum! 

v44: Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann, og eg skal reisa hann upp á evsta degi. 

v45: Skrivað er hjá profetunum: «Og teir skulu allir verða upplærdir av Guði.» Ein og hvør, sum hevur hoyrt av faðirinum og lært, kemur til mín. 

v46: Ikki so at nakar hevur sæð faðirin uttan hann, sum er frá Guði, hann hevur sæð faðirin. 

v47: Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr, hevur ævigt lív. 

v48: Eg eri lívsins breyð. 

v49: Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini og doyðu. 

v50: Hetta er breyðið, sum kemur niður av himni, at tey skulu eta tað og ikki doyggja. 

v51: Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni; um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir; og breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs.»

 

Skrivað stendur

Tvær tekstarøðir eru í kirkjuni. Tann fyrra stavar heilt aftur til ár 500, og seinna er frá 1895. Har eru tekstir úr Nýggja Testmenti savnaðir, og teir fylgja kirkjuárinum, sum byrjar fyrsta sunnudag í advent. Hesir vísu aldargomlu tekstir er enn viðkomandi, men hvussu lesa vit teir, og hvussu skilja vit teir? Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit tekstin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum er tengt at honum. Gestir fara so at viðgera tekstin, og tað eru ymisk fólk hvørja ferð, sum vera við.
Gestir í sendingini eru Gudny Langgaard og Rúni Rasmussen
16-01-2025
Gestir í sendingini er Tóta Árnadóttir og Dagfinn Olsen
09-01-2025
Gestir í sendingini eru Turið Horn og Richard Schwartson
19-12-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin, stendur í evangeliinum eftir Mattheus, kap 11, 2-10
12-12-2024
Gestir í sendingini eru Elsa Jóhanna Høgenni, deknur í Havnar kirkju og Rógvi Joensen, stýrimaður á Rituni
05-12-2024
Gestir hesa ferð eru Inga Dam, skrivstovufólk, og Justinus Eidesgaard, journalistur.
28-11-2024
Gestir í sendingini eru Hilmar Jan Hansen og Kristianna Winther Poulsen
21-11-2024
Gestir í sendingini er Alfred Petersen, advokatur. Vegna forfall er bert ein gestur við hesaferð.
14-11-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Jóhannes kap. 5, 17-29
07-11-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Mattheus kap. 5, 1-16
31-10-2024
Gestir í sendingini eru Eilen Anthoniussen, bókmentafrøðingur, og Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur.
24-10-2024
Gestir í sendingini eru Bergtóra Høgnadóttir, HR leiðari og Jens Wang, advokatur.
17-10-2024