Skrivað stendur

«Men av tí at eg tali sannleikan, trúgva tit mær ikki»
01-03-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Jóhannus, kap. 8, ørindini 42-51.. Gestir hesa ferð eru Sirið Stenberg og Tummas í Garði

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.

 

Gestir í sendingini eru Tummas í Garði, narkosulækni, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. 

 

Teksturin til triðja sunnudag í føstu, stendur í evangeliinum eftir Jóhannus, kap. 9, ørindini 42 - 51.


 v42: Jesus segði við teir: «Var Guð faðir tykkara, tá elskaðu tit meg; tí at frá Guði eri eg gingin út og komin; tí at heldur ikki eri eg komin av mær sjálvum, men hann hevur sent meg. 
v43: Hví skilja tit ikki talu mína? Tí at tit tola ikki at hoyra orð mítt. 
v44: Tit hava djevulin til faðirs, og tað, sum faðir tykkara lystir, vilja tit gera. Hann var manndrápari frá upphavi og stendur ikki í sannleikanum, tí at sannleiki er ikki í honum; tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí at hann er lygnari og faðir at lygnini. 
v45: Men av tí at eg tali sannleikan, trúgva tit mær ikki. 
v46: Hvør tykkara kann siga meg sekan í nakrari synd? Tali eg sannleikan, hví trúgva tit mær ikki? 
v47: Tann, sum er av Guði, hoyrir Guðs orð; tit hoyra ikki, tess vegna at tit eru ikki av Guði.» 
v48: Jødarnir svaraðu og søgdu við hann: «Er tað ikki rætt, sum vit siga, at tú ert ein Sámáriubúgvi og at illur andi er í tær?» 
v49: Jesus svaraði: «Ikki er nakar illur andi í mær, men eg æri faðir mín, og tit vanæra meg. 
v50: Men eg søki ikki æru mína; tann er, sum søkir hana og dømir. ? 
v51: Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og allar ævir ikki síggja deyðan.»

 

Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis.

Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: Skriva@kvf.fo

Skrivað stendur

Tvær tekstarøðir eru í kirkjuni. Tann fyrra stavar heilt aftur til ár 500, og seinna er frá 1895. Har eru tekstir úr Nýggja Testmenti savnaðir, og teir fylgja kirkjuárinum, sum byrjar fyrsta sunnudag í advent. Hesir vísu aldargomlu tekstir er enn viðkomandi, men hvussu lesa vit teir, og hvussu skilja vit teir? Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit tekstin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum er tengt at honum. Gestir fara so at viðgera tekstin, og tað eru ymisk fólk hvørja ferð, sum vera við.
Elsa Maria Magnusardóttir Olsen og Vinjard Magnussen eru gestir.
11-04-2025
Gestir í sendingini eru Bjørg av Rana og Ásbjørn Berthelsen
03-04-2025
Prædikuteksturin til sunnudagin, stendur í evangeliinum eftir Jóhannes, kap.6, 1-14
27-03-2025
Prædikuteksturin stendur skrivaður hjá Lukas evangelisti kap.11,14-28
20-03-2025
Gestir í sendingini eru Tórhild Bjarkhamar, lærari, og Eyðbjørn Jacobsen, lærari.
13-03-2025
Gestir í sendingini eru Olga Magnussen og Niclas Johannesen
06-03-2025
Gestir í sendingini eru Jógvan Skorheim og Anja Hansen
27-02-2025
Gestir í sendingini eru Ragnhild Ellingagaard, lærari, og Eyðun Miðberg, skeltaráðgevi.
20-02-2025
Gestir í sendingini eru Gunnvør Dam Jensen og Klæmint Eliasen
13-02-2025
Gestir í sendingini eru Lena Reinert og Tóri Højgaard.
06-02-2025
Gestir í sendingini eru Alice Frederiksberg og Kristian Martin Petersen
30-01-2025
Gestir í sendingini eru Gudny Langgaard og Rúni Rasmussen
16-01-2025