- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skrivað stendur
Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.
Hans Andrias Sølvará, proffessari í søgu, og Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari í Fargen, eru gestir í sendingini.
Prædikuteksturin stendur í Luk. 22,24-32.
Tænarin er størstur; Jesus boðar avnoktan Pæturs
v24: Men tað varð eisini orðadráttur teirra millum um, hvør teirra mundi tykjast at vera størstur.
V25: Og hann segði við teir: «Kongar fólkanna ráða yvir teimum, og teir, sum á teimum hava valdið verða nevndir vælgerðarmenn.
V26: Men soleiðis eigur ikki at vera hjá tykkum, men hin størsti tykkara millum verði sum hin yngsti, og tann, ið ræður, sum tann, ið tænir.
V27: Tí at hvør er størri, tann, ið situr til borðs, ella tann, ið tænir? Man ikki tann, ið situr til borðs? Men eg eri millum tykkara sum tann, ið tænir.
V28: Men tað eru tit, sum hava hildið út hjá mær í freistingum mínum.
V29: Og eg fái tykkum kongadømi, eins og faðir mín hevur fingið mær tað,
v30: fyri at tit skulu eta og drekka við borð mítt í mínum ríki og skulu sita í hásætum og døma Ísraels tólv ættir.
V31: Símun, Símum, sí, Sátan hevur kravt tykkum, at sálda tykkum sum hveiti.
V32: Men eg havi biðið fyri tær, at trúgv tín ikki má tróta; og tá ið tú einaferð er vendur um, tá styrk brøður tínar.»
Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis.
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: Skriva@kvf.fo