Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skrivað stendur
«Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?»
09-02-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Lukas, kap. 18, ørindini 31-43. Gestir hesa ferð eru Djóni Nolsøe Joensen og Durita Tavsen
Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður og Durita Tavsen, varastjóri á Gjaldstovuni, eru gestir í sendingini.
Sunnudagur fyri føstu (sunnudagur í føstuinngangi)
Onnur tekstarøð
Luk. 18,31-43.
Boðar á 3. sinni líðing sína
v31: Men hann tók teir tólv til sín og segði við teir: «Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og alt tað, sum skrivað er av profetunum, skal fullbúgvast menniskjusoninum.
v32: Tí at hann skal verða givin upp í heidna manna hendur og spottaður og háðaður og áspýttur,
v33: og teir skulu húðfleingja hann og drepa hann, og triðja dagin skal hann rísa upp.»
v34: Men teir fataðu einki av hesum, og hetta orðið var dult fyri teimum, og teir skildu ikki tað, sum talað var.
Blindi maður við Jeriko
v35: Men tað bar so á, tá ið hann nærkaðist Jeriko, at har sat ein blindur maður við vegin og biddaði.
v36: Og tá ið hann hoyrdi eina fjøld av fólki ganga framvið, spurdi hann, hvat hetta var.
v37: Tey søgdu honum, at Jesus úr Nasaret kom framvið.
v38: Og hann tók at rópa og segði: «Jesus, sonur Dávids, miskunna mær!»
v39: Og tey, sum gingu undan, hóttaðu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópaði nógv harðari: «Sonur Dávids, miskunna mær!»
v40: Tá steðgaði Jesus og beyð, at hann skuldi verða leiddur til sín; og tá ið hann var komin tætt til hansara, spurdi hann hann og segði:
v41: «Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?» Men hann segði: «Harri, tað, at eg má fáa sjón mína aftur!»
v42: Og Jesus segði við hann: «Fái tú sjónina! Trúgv tín hevur frelst teg!»
v43: Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi honum og prísaði Guði. Og alt fólkið lovaði Guði, tá ið tey hetta sóu.
Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis.
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: Skriva@kvf.fo
Skrivað stendur
Tvær tekstarøðir eru í kirkjuni. Tann fyrra stavar heilt aftur til ár 500, og seinna er frá 1895. Har eru tekstir úr Nýggja Testmenti savnaðir, og teir fylgja kirkjuárinum, sum byrjar fyrsta sunnudag í advent. Hesir vísu aldargomlu tekstir er enn viðkomandi, men hvussu lesa vit teir, og hvussu skilja vit teir?
Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit tekstin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum er tengt at honum. Gestir fara so at viðgera tekstin, og tað eru ymisk fólk hvørja ferð, sum vera við.
Gestir í sendingini eru Elsa Jóhanna Høgenni, deknur í Havnar kirkju og Rógvi Joensen, stýrimaður á Rituni
05-12-2024
Gestir hesa ferð eru Inga Dam, skrivstovufólk, og Justinus Eidesgaard, journalistur.
28-11-2024
Gestir í sendingini er Alfred Petersen, advokatur. Vegna forfall er bert ein gestur við hesaferð.
14-11-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Jóhannes kap. 5, 17-29
07-11-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Mattheus kap. 5, 1-16
31-10-2024
Gestir í sendingini eru Eilen Anthoniussen, bókmentafrøðingur, og Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur.
24-10-2024
Gestir í sendingini eru Bergtóra Høgnadóttir, HR leiðari og Jens Wang, advokatur.
17-10-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Mattheus kap. 21, 28-44
10-10-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Jóhannes, kap 1, 35 - 51
03-10-2024
Gestir í sendingini eru Erla Berghamar, rættlesari, og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur.
27-09-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Markus, kap. 2,14-22.
19-09-2024