Skrivað stendur

«Við Guðs ríki er tað soleiðis vorðið...»
02-02-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Markus, kap. 4, ørindini 26-32. Gestir hesa ferð eru Kristianna Winther Poulsen og Jørgen Niclasen

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.

 

Gestir í sendingini hesa ferð eru Jørgen Niclasen, løgtingslimur, og Kristianna Winther Poulsen, løgtingslimur. 

 

Teksturin til annan sunnudag fyri føstu (sunnudagur seksagesima)

Onnur tekstarøð

Mark. 4,26-32.

 

Líknilsið um sáðið, ið grør

v26: Og hann segði: «Við Guðs ríki er tað soleiðis vorðið, sum tá ið ein maður hevur lagt sáð í jørðina, 

v27: og svevur og fer upp nátt og dag, og sáðið sprettur og veksur høgt, hann veit ikki sjálvur hvussu; 

v28: av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst nálir, síðan aks og síðan fult korn í aksinum. 

v29: Men tá ið akurin er staðin, setir hann straks á akurskurðin, tí at heystið er komið.»

 

Líknilsið um sinopskornið

v30: Og hann segði: «Hvat skulu vit líkna Guðs ríki við, ella í hvørjum líknilsi skulu vit sýna tað fram? 

v31: Tað er eins og eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll onnur frækorn á jørðini; 

v32: men tá ið tað er sáað, rennur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí.»

 

Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis. 
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: Skriva@kvf.fo

Skrivað stendur

Tvær tekstarøðir eru í kirkjuni. Tann fyrra stavar heilt aftur til ár 500, og seinna er frá 1895. Har eru tekstir úr Nýggja Testmenti savnaðir, og teir fylgja kirkjuárinum, sum byrjar fyrsta sunnudag í advent. Hesir vísu aldargomlu tekstir er enn viðkomandi, men hvussu lesa vit teir, og hvussu skilja vit teir? Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit tekstin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum er tengt at honum. Gestir fara so at viðgera tekstin, og tað eru ymisk fólk hvørja ferð, sum vera við.
Prædikuteksturin stendur skrivaður hjá Lukas evangelisti kap.11,14-28
20-03-2025
Gestir í sendingini eru Tórhild Bjarkhamar, lærari, og Eyðbjørn Jacobsen, lærari.
13-03-2025
Gestir í sendingini eru Olga Magnussen og Niclas Johannesen
06-03-2025
Gestir í sendingini eru Jógvan Skorheim og Anja Hansen
27-02-2025
Gestir í sendingini eru Ragnhild Ellingagaard, lærari, og Eyðun Miðberg, skeltaráðgevi.
20-02-2025
Gestir í sendingini eru Gunnvør Dam Jensen og Klæmint Eliasen
13-02-2025
Gestir í sendingini eru Lena Reinert og Tóri Højgaard.
06-02-2025
Gestir í sendingini eru Alice Frederiksberg og Kristian Martin Petersen
30-01-2025
Gestir í sendingini eru Gudny Langgaard og Rúni Rasmussen
16-01-2025
Gestir í sendingini er Tóta Árnadóttir og Dagfinn Olsen
09-01-2025
Gestir í sendingini eru Turið Horn og Richard Schwartson
19-12-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin, stendur í evangeliinum eftir Mattheus, kap 11, 2-10
12-12-2024