- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skrivað stendur
Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.
Gestir í sendingini hesa ferð eru Jørgen Niclasen, løgtingslimur, og Kristianna Winther Poulsen, løgtingslimur.
Teksturin til annan sunnudag fyri føstu (sunnudagur seksagesima)
Onnur tekstarøð
Mark. 4,26-32.
Líknilsið um sáðið, ið grør
v26: Og hann segði: «Við Guðs ríki er tað soleiðis vorðið, sum tá ið ein maður hevur lagt sáð í jørðina,
v27: og svevur og fer upp nátt og dag, og sáðið sprettur og veksur høgt, hann veit ikki sjálvur hvussu;
v28: av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst nálir, síðan aks og síðan fult korn í aksinum.
v29: Men tá ið akurin er staðin, setir hann straks á akurskurðin, tí at heystið er komið.»
Líknilsið um sinopskornið
v30: Og hann segði: «Hvat skulu vit líkna Guðs ríki við, ella í hvørjum líknilsi skulu vit sýna tað fram?
v31: Tað er eins og eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll onnur frækorn á jørðini;
v32: men tá ið tað er sáað, rennur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí.»
Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis.
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: Skriva@kvf.fo