Skrivað stendur

«Tí at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið...»
26-01-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Matteus, kap. 17, ørindini 5-10. Gestir hesa ferð eru Ester Hansen og Marnar Fríðheim Kristiansen

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.

 

Ester Hansen, búskaparfrøðingur, og Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, eru gestir í sendingini.

 

 

Sunnudag septuagesima

Teksturin til triðja sunnudag fyri føstu, er úr evangeliinum eftir Mattheus, kap. 25, 25,14-30.

 

Líknilsi um talentirnar

v14: Tí at tað er rætt sum ein maður, sum ætlaði sær út av landinum at ferðast og kallaði húskallar sínar til sín og gav teimum tað, ið hann átti, upp í hendur;

v15: og einum gav hann fimm talentir, øðrum tvær og hinum triðja eina, hvørjum eftir sínum førimuni, og so fór hann av landinum.

v16: Men við tað sama fór tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir.

v17: Somuleiðis vann eisini tann, sum fingið hevði tvær, aðrar tvær.

v18: Men tann, sum fingið hevði hina einu, fór og gróv eitt hol í jørðina og fjaldi pengarnar hjá húsbónda sínum.

v19: Men tá ið long tíð var umliðin, kemur húsbóndin hjá hesum húskøllum aftur og ger upp roknskapin við teir.

v20: Og tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, kom fram og hevði aðrar fimm talentir við sær og segði: «Harri, tú fekst mær fimm talentir; sí, aðrar fimm talentir havi eg vunnið.»

v21: Húsbóndi hansara segði við hann: «Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!»

v22: Tá kom eisini tann fram, sum fingið hevði hinar tvær talentirnar, og segði: «Harri, tú fekst mær tvær talentir; sí, aðrar tvær talentir havi eg vunnið.»

v23: Húsbóndi hansara segði við hann: «Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!»

v24: Síðan kom eisini tann fram, sum fingið hevði hina einu talentina, og segði: «Harri, eg kendi teg, at tú ert ein harður maður, ið heystar inn, har sum tú ikki sáaði, og savnar saman, har sum tú ikki stroyddi;

v25: og eg óttaðist og fór tí burtur og fjaldi talent tína í jørðini. Sí, her hevur tú títt!»

v26: Men húsbóndi hansara svaraði og segði við hann: «Tú illi og lati húskallur! Tú visti, at eg heysti inn, har sum eg ikki sáaði, og savni saman, har sum eg ikki stroyddi!

v27: Tú átti tí at hava sett peningar mínar inn hjá peningavekslarunum; so hevði eg, tá ið eg kom heim, kunnað fingið mítt aftur við rentu.

v28: Takið tí talentina frá honum og latið tann, sum hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana.

v29: Tí at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið, og hann skal hava í yvirflóð; men tann, sum einki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann hevur.

v30: Og kastið hin ódugna húskallin út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl!»

 

Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis. 
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: Skriva@kvf.fo

Skrivað stendur

Tvær tekstarøðir eru í kirkjuni. Tann fyrra stavar heilt aftur til ár 500, og seinna er frá 1895. Har eru tekstir úr Nýggja Testmenti savnaðir, og teir fylgja kirkjuárinum, sum byrjar fyrsta sunnudag í advent. Hesir vísu aldargomlu tekstir er enn viðkomandi, men hvussu lesa vit teir, og hvussu skilja vit teir? Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit tekstin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum er tengt at honum. Gestir fara so at viðgera tekstin, og tað eru ymisk fólk hvørja ferð, sum vera við.
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Jóhannes, kap 17,1 - 11
03-05-2024
Gestir í sendingini eru Theresa Turiðardóttir Kreutzmann og Sjúrður Skaale.
26-04-2024
Prædikuteksturin til annan sunnudagur eftir páskadag stendur í evangeliinum eftir Jóhannes, kap 14
19-04-2024
Prædikuteksturin til annan sunnudagur eftir páskadag stendur í evangeliinum eftir Jóhannes, kap 10, 22-30.
12-04-2024
Gestir eru Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelaginum og Jóhannis Joensen, løgtingslimur
05-04-2024
Gestir eru Bárður á Lakjuni, lærari og løgtingslimur og Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur.
22-03-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Lukas, kap 1. 46-56.
15-03-2024
Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum. Maria Mørkøre og Jógvan Páll Lassen eru gestir.
08-03-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Jóhannus, kap. 8, ørindini 42-51.. Gestir hesa ferð eru Sirið Stenberg og Tummas í Garði
01-03-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Markus, kap. 9, ørindini14-29.. Gestir hesa ferð eru Annita á Fríðriksmørk og Poul F. Guttesen
23-02-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Lukas, kap. 22, ørindini 24-32. Gestir hesa ferð eru Noomi Gregersen og Hans Andrias Sølvará
16-02-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Lukas, kap. 18, ørindini 31-43. Gestir hesa ferð eru Djóni Nolsøe Joensen og Durita Tavsen
09-02-2024