Skrivað stendur

«Menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí»
12-01-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Lukas, kap. 19, ørindini 1-10. Gestir í sendingini hesa ferð eru Hans Jacob Kollslíð og Guðrið Poulsen.

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.

 

Gestir í sendingini eru Guðrið Poulsen, keramikari og listakvinna og Hans Jacob Kollslíð, lestrarvegleiðari og sangskrivari. 

 

Teksturin til annan sunnudag eftir trettanda, er úr Lukas evangeliinum, kap 19, ørindini 1 - 10.

 

Og Jesus fór inn í Jeriko og helt ferðini har ígjøgnum. Og sí, har var maður, at navni nevndur Sakeus, og hann var yvirtollari, og hann var ríkur. Og hann vildi fegin fáa at síggja, hvør ið var Jesus; men hann kundi ikki sleppa framat fyri mannamúgvuni, tí at hann var lítil av vøkstri. Og hann rann undan og kleiv upp í eitt morberjatræ, fyri at fáa hann at síggja, tí at leiðin hjá honum lá har framvið. Og tá ið Jesus kom hagar, leit hann upp og bar eyga við hann og segði við hann: „Sakeus, skunda tær og kom niður, tí at í dag má eg koma at gista í tínum húsi.“ Og hann skundaði sær og fór niður og tók ímóti honum glaður. Og tá ið tey sóu hetta, vórðu tey øll illa við og søgdu: „Hann er farin inn hjá einum syndigum manni at gista.“ Men Sakeus steig fram og segði við Harran: „Sí, Harri, helmingin av ogn míni gevi eg fátækum, og um onkur er, sum eg av órættum havi tikið ov mikið frá, vil eg lata tað ferfalt aftur.“ Men Jesus segði við hann: „Í dag hevur frelsa verið hesum húsi fyri, við tað at eisini hesin maður er sonur Ábrahams; tí at menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí.“ 

 

Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis. 
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: Skriva@kvf.fo

Skrivað stendur

Tvær tekstarøðir eru í kirkjuni. Tann fyrra stavar heilt aftur til ár 500, og seinna er frá 1895. Har eru tekstir úr Nýggja Testmenti savnaðir, og teir fylgja kirkjuárinum, sum byrjar fyrsta sunnudag í advent. Hesir vísu aldargomlu tekstir er enn viðkomandi, men hvussu lesa vit teir, og hvussu skilja vit teir? Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit tekstin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum er tengt at honum. Gestir fara so at viðgera tekstin, og tað eru ymisk fólk hvørja ferð, sum vera við.
Gestir í sendingini eru Elsa Jóhanna Høgenni, deknur í Havnar kirkju og Rógvi Joensen, stýrimaður á Rituni
05-12-2024
Gestir hesa ferð eru Inga Dam, skrivstovufólk, og Justinus Eidesgaard, journalistur.
28-11-2024
Gestir í sendingini eru Hilmar Jan Hansen og Kristianna Winther Poulsen
21-11-2024
Gestir í sendingini er Alfred Petersen, advokatur. Vegna forfall er bert ein gestur við hesaferð.
14-11-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Jóhannes kap. 5, 17-29
07-11-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Mattheus kap. 5, 1-16
31-10-2024
Gestir í sendingini eru Eilen Anthoniussen, bókmentafrøðingur, og Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur.
24-10-2024
Gestir í sendingini eru Bergtóra Høgnadóttir, HR leiðari og Jens Wang, advokatur.
17-10-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Mattheus kap. 21, 28-44
10-10-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Jóhannes, kap 1, 35 - 51
03-10-2024
Gestir í sendingini eru Erla Berghamar, rættlesari, og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur.
27-09-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin stendur í evangeliinum eftir Markus, kap. 2,14-22.
19-09-2024